Full 1
Um okkum
NAV2DAY STOVNAÐ Í 2015
Full 1

Vit eru eitt framkomið verkætlanar- og ráðgevingarvirki, ið veitir tænastu innan fíggjarstýring, goymslustýring, verkætlanarstýring og kundatænastu. Hetta gera vit við at røkja og dagføra tykkara Microsoft Dynamics NAV-skipan, á júst tann hátt, ið hóskar seg best til tykkara virksemi.

Tað sum stendur okkum fremst í huga sum fyritøka, er at leggja stóran dent á at bjóða eina høga góðsku í okkara veitingum, somuleiðis sum vit eisini veita eina góða kundatænastu, í tøttum samstarvi við kundar okkara.

Vit ynskja, at kundar okkara fáa sum mest burturúr teirra skipanum, soleiðis at tann tekniska uppsetingin hóskar seg til tørv og ynski hjá kundunum. Vit ynskja somuleiðis at skipanirnar kunnu virka á ein lættan og einfaldan hátt, sum kann lætta um hjá kundanum.

Við tøttum samskifti, samstarvi og ráðgeving, meta vit, at vit kunnu snikka loysnir saman, sum endurspegla tann ítøkiliga tørvin.

Tá ið tað kemur til kostnað og treytir, leggja vit stóran dent á at finna tann gylta millumvegin, har kundin og vit sjálvi kunnu verða nøgd. Til hetta hava vit standard treytir, sum virka sum útgangsstøði fyri okkara veitingum, sum verður sendar kundanum áðrenn farið verður undir arbeiðið. Á hendan hátt vita báðir partar hvat avtalað verður, soleiðis at vit kunnu fara undir eitt greitt samstarv, uttan missskiljingar.

Um tú hevur spurningar um okkara loysnir ella kostnað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Hevur tú fyrispurningar viðvíkjandi uppsetan av tínari Microsoft Dynamics-skipan, kunnu vit sjálvandi vegleiða teg og veita tær support.

    Hevur tú spurningar ella arðar viðmerkingar, so ert tú altíð vælkomin at senda okkum eini boð her á síðuni.