Ein heildarloysn til alt - og betri stundir til viðskiftafólkini.

Ert tú í smásølu- ella matstovuvinnuni? So hevur NAV2DAY ein loysn, ið er skræddaraseymað júst til tín tørv. Við LS Retail fært tú bæði roknskaparskipan og kassaloysn í einari fullfíggjaðari samantengdari skipan við Microsoft Dynamics NAV. Við øðrum orðum, tú fært alt, sum tú hevur brúk fyri í einari og somu loysn, sum kann albøta mannagongdir, minka tínar útreiðslur og geva tær tað týðandi yvirliti yvir fyritøkuna.

LS Retail er heimsins størsta og mest framkomna loysnin, ið er grundað á Microsoft Dynamics NAV, til smásølu- og matstovuvinnuna, og við fleiri enn 60.000 smásølukundunum og 135.000 POS terminalum kring heimin er vissa fyri einari álítandi loysn.

Við LS Retail fært tú eina skipan, sum umfatar allar partar í fyritøkuni - frá høvuðsskrivstovu til tann einstaka handilin og frá fíggjarstøðu og sølu til CRM og vørustreymssamskipan. Og so kann hon stigmarkast (skalerast). So um tú hevur eina lítla fyritøku, ella um tú hevur eina stóra ketu við handlum, so kunnu vit í felag finna fram til, hvørja loysn tær tørvar.

Vilt tú vita meira um LS Retail 

LS Retail og víðari menning

Heilar 150 mill kr, eru ásettar árliga til víðari menning

 

 

LS Retail í framtíðini

Kom og finn út av hvørjar ætlanir LS Retail hevur fyri framman fyri skipanina, ið verur nýtt kring allan heim.

NAV2DAY loysnir

Hygg her, hvørjar loysnir vit kunnu bjóða.

LS Retail

Hygg her, hvørjar loysnir vit kunnu bjóða.

Continia loysnir

Hygg her, hvørjar loysnir vit kunnu bjóða.

Ráðgeving

Vit vilja fegin greiða frá, svara spurningum ella ivamálum.