Loysnir frá Continia

Continia hevur í fleiri enn 20 ár, veitt loysnir til Dynamics NAV og verða hesar loysnir seldar kring allan heim.

NAV2DAY gjørdist veitari av hesum loysnum í 2017

Payment Management

Kundi tú hugsað tær møguleikan at gjalda beinleiðis frá Microsoft Dynamics NAV ?

Continia veitir loysnir, sum handfara bankagjaldingar beinleiðis frá Microsoft Dynamics NAV.

Fyri at hava eina góða og álítandi loysn krevst, at tú altíð hevur rætta og nýggjasta bankasniðið til taks, og at tú ert før/ur fyri at stovna ein og hvønn gjaldshátt, ið kann sendast til bankan. Uttan mistak!

Tað hava vit borgað fyri í 20 ár – og beint nú gera fleiri enn 3.500 fyritøkur við Microsoft Dynamics NAV sær dælt av hesum.

Um tú arbeiðir við tí nýggjastu Dynamics NAV 2017 ella við einari eldri útgávu – heilt aftur til 3.01 útgávuna – so hevur tín Microsoft Dynamics NAV veitari dagførdan ritbúnað til reiðar at lata tær!

Lætt, greitt og trygt!

 

Document Capture

Heimsins mest útbreidda loysn til skanning av fakturum og øðrum skjølum beinleiðis í Microsoft Dynamics NAV!

Sum einasta loysn á marknaðinum bjóða við sjálvvirkandi skráseting av skjølum, OCR afturkenning, eitt framkomið góðkenningarflow, umframt eitt talgilt savn við leiting í fullum teksti.

Continia Document Capture albøtir og ger alla gondina sjálvvirkandi – frá somu løtu tú fært eitt skjal, til tú skalt finna tað aftur seinni.

Vit mæla til, at tú hyggur at filminum, sum gevur tær eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av loysnini.

Expense Management

Ferðauppgerð á netinum

Kennir tú stríðið av at halda skil á kvittanum og útleggum, eftir at tú hevur verið og ferðast fyri fyritøkuna? Og hvussu nógva tíð øll í fyritøkuni brúka til at skráseta alt virksemi til tann endaliga roknskapin?

Continia Expense Management er einasta loysnin á marknaðinum, har tú kanst skilbøta skráseting og góðkenning av ferðavirksemi við at brúka snildfonina, ein netkaga og Microsoft Dynamics NAV.

Tað er eisini einasta loysn á marknaðinum, ið gevur møguleika til dagbart yvirlit yvir innkomnar útreiðslur frá kredittkorti beinleiðis frá Microsoft Dynamics NAV. Við hesum kanst tú beinanvegin fáa eitt fullkomið yvirlit saman við øðrum útreiðslusløgum uttan at skula brúka aðrar skipanir.

Vit mæla til at tú hyggur at filminum, sum gevur tær eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av loysnini.

Document Output

SOLEIÐIS SPARIR TÚ TÍÐ OG POSTGJALD!

Spill ikki tíðina burtur við at senda frágreiðingar við hond frá Microsoft Dynamics NAV til viðskiftafólkini og onnur uttan fyri húsi. Continia Document Output ger hesa uppgávuna sjálvvirkna og gevur samstundis møguleika til at sniðgeva teldupostar, so teir hava júst tær upplýsingar og tað snið, tú ynskir!

Tilboð, bíleggingarváttanir, sølufakturar, áminningar, rentunotur, kontuavrit og mangt annað, kunnu sendast í PDF-sniði, viðfest í teldupostinum – annað hvørt við fáum klikkjum ella púrasta sjálvvirkandi!

Ikki bara er prísurin fyri haldið lágur - Continia Document Output er eisini skjótt at seta upp. So set teg í samband við okkum í dag, um tú vilt spara bæði tíð og postgjald!

Vit mæla til, at tú hyggur at filminum, sum gevur tær eina gjøgnumgongd av loysnini. 

Collection Management

Tað eru pengar at vinna við at krevja inn

Nú kanst tú gera alt við Direct Debit, drag skjøl beinleiðis til Microsoft Dynamics NAV uttan nakrantíð at fara úr Microsoft Dynamics NAV. Alt frá avtaluhandfaring, frásagnaruppbygging, sending, handfaring av mistøkum og framhaldsviðgerð av útistandandi hjá skuldarum – við Continia Collection Management verður alt hetta gjørt við Microsoft Dynamics NAV.

Uppgávurnar verða framdar við fremstu tænastunum á marknaðinum – millum annað Nets Betalingsservice, Nets LeverandørService, Danske Bank Collection Service, SEPA direct debit og ePay kortgjaldingar.

NAV2DAY loysnir

Hygg her, hvørjar loysnir vit kunnu bjóða.

LS Retail

Hygg her, hvørjar loysnir vit kunnu bjóða.

Continia loysnir

Hygg her, hvørjar loysnir vit kunnu bjóða.

Ráðgeving

Vit vilja fegin greiða frá, svara spurningum ella ivamálum.